Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Løgmaður og forkvinnan í fíggjarnevndini fara skeiv, tá tey siga, at arbeiðstíðin hjá løntakarum á føroyska arbeiðsmarknaðinum ikki er kappingarfør við grannalondini.

Í kjalarvørrinum á heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum gjørdi KVF samrøður við forkvinnuna í fíggjanevndini, Eyðgunn Samuelsen, og við løgmann, Aksel V. Johannesen. Tey vórðu m.a. spurd, um ein møgulig stytting av arbeiðvikuni, og eitt møguligt lønarlyft til ávísar fakbólkar innan tað almenna, ikki stríður móti teimum stóru avbjóðingunum, sum vit í Føroyum fara at hava við langtíðarhaldførinum í búskapinum og á fíggjarlógini.

Sambært útsøgnunum hjá forkvinnuni í fíggjarnevndini og løgmanni er ein stytting av arbeiðsvikuni neyðug fyri at hava ein kappingarføran arbeiðsmarknað. Í samrøðunum varð m.a. sagt, (1) at føroyski arbeiðsmarknaðurin er afturúrsigldur, (2) at royndir frá grannalondunum vístu, at fólk fáa tað sama burturúr við at arbeiða færri tímar, og (3) at royndir úr Íslandi vístu, at fólk sum arbeiða niðursetta tíð fóru at arbeiða meira, tá arbeiðstíðin varð sett niður. Sum heild er einki av hesum uppáhaldum rætt.

Lítil og eingin munur á arbeiðstíð í Føroyum og grannalondunum
Sum Føroya Arbeiðsgevarafelag í fleiri umførum hevur greitt politisku skipanini frá, er lítil og eingin munur á arbeiðstíðini í øðrum norðurlondum og í Føroyum, um vit brúka somu allýsing av hugtakinum arbeiðtíð. Tá man í eitt nú Danmark tosar um eina 37 tíma arbeiðviku á privata arbeiðsmarknaðinum, er talan um effektiva arbeiðstíð, tá løntakarin ger ella kann gera produktivt arbeiði. Steðgir, har løntakarin ikki skal vera til taks fyri arbeiðsgevaran, verða tískil ikki íroknaði í teir 37 tímarnar. Tá vit í Føroyum tosa um arbeiðstíð er ofta talan um eina samanblanding av produktivari arbeiðstíð og steðgir. Størsti parturin av føroyska arbeiðsmarknaðinum hevur í dag eina vanliga arbeiðsviku sum liggur um teir 37 tímarnar, um vit brúka somu allýsing av arbeiðstíð, sum grannalondini brúka, tó at undantøk eru í einstøkum vinnugreinum.

Føroyski arbeiðsmarknaðurin er sostatt ikki afturúrsigldur, men um framstandandi politikarar blíva við at endurtaka tað, kann tað henda, at føroyingar staddir uttanlands fara at trúgva uppáhaldinum, og tí gerast minni áhugaði í at leita til Føroya aftur.

Tað er tí skeivt, tá man brúkar argumentið um kappingarføri sum umbering fyri at stytta arbeiðsvikuna. Tvørturímóti fer ein stytting av arbeiðsvikuni at gera kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum munandi verri. Í samrøðuni segði løgmaður, at kostnaðurin fór ikki at verða so stórur, sum fólk halda. Tað er ógreitt hvørji tøl løgmaður byggir hesa útsøgn á, tí enn er ógreitt júst hvussu ætlanin er at stytta arbeiðsvikuna. Men um øll skulu arbeiða 3 tímar minni enn tey gera í dag, verður kostnaðurin fyri føroyska vinnulivið sambært fyribils metingum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi fleiri hundrað milliónir krónur um árið.

Stytt arbeiðstíð førir ikki sjálvvirkandi til øktan produktivitet
Til uppáhaldið um at fólk fáa tað sama burturúr, hóast arbeiðstíðin verður stytt, er tað í besta føri bara partvíst rætt. Fyri ein stóran part av arbeiðsmarknaðinum verður tað sera torført ella ógjørligt at klára at framleiða tað sama uppá styttri tíð. Sum dømi kunnu nevnast fólk sum standa við eina flakalinju ella fólk sum starvast innan flutning. Vit kunnu ikki bara skrúva upp fyri ferðini á flakalinjuni ella trýsta eitt sindur harðari á speedaran í lastbilinum. Hetta er galdandi fyri ein stóran part av føroyska arbeiðsmarknaðinum, eisini innan tað almenna. Í Íslandi varð arbeiðstíðin nýliga stytt fyri stórar fakbólkar í sjúkrahúsverkinum, og tað viðførdi, at tørvurin á starvsfólki øktist í stórum, og meira enn frammanundan væntað.

Óvist um fólk í niðursettari tíð fara at arbeiða meira
Forkvinnan í fíggjarnevndini nevndi, at royndirnar úr Íslandi vísa, at fólk í niðursettari tíð fara at arbeiða meira, um arbeiðsvikan verður stytt.

Í Íslandi var fyrst talan um eina royndarverkætlan, har arbeiðstíðin varð stytt fyri partar av almenna arbeiðsmarknaðinum. Hetta førdi síðani til stytting av arbeiðstíðini innan ávís fakøki – bæði innan tað almenna og privata. Allar broytingar í arbeiðstíð vórðu tó framdar við sáttmálasamráðinum millum fakfeløgini og arbeiðsgevarasíðuna. Tað skal tó sigast, at skipaðar eftirmetingar eru ikki gjørdar av teimum økjum, har arbeiðstíðin er lækkað aftaná royndarverkætlanina. Men royndir frá Landspítalinum við skiftisvaktum benda ikki á, at fólk uttan víðari fara at arbeiða meira. Áðrenn arbeiðsvikan varð stytt, metti Landspítalið, at tørvur fór at vera á 12% meira starvsfólki. Vónin var, at nøkur starvsfólk fóru at taka fleiri tímar og harvið arbeiða meira. Tað øvugta hendi, og veruligi tørvurin á eyka starvsfólki gjørdist uml. 17%.

Annars kann sigast, at um arbeiðstíðin í grannalondunum yvirhøvur er lógarregulerað, er talan um yvirskipaða lóggávu. Ítøkiligu avtalurnar um arbeiðstíð verða framhaldandi gjørdar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, t.e. fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg. Sí eisini faktaboks niðanfyri.

Lógarregulering av arbeiðsvikuni í gannalondunum (effektiv arbeiðstíð):

Danmark: ES-direktiv um arbeiðstíð v.m. er ásett í lóggávu – mesta lagi 48 tímar/vikuna

Svøríki: Lóggáva: vanlig arbeiðsvika 40 tímar/vikuna

Noreg: Lóggáva: vanlig arbeiðsvika 40 tímar/vikuna

Ísland: Lóggáva: vanlig arbeiðsvika 40 tímar/vikuna

Felags fyri hesi lond er, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum avtala arbeiðstíðina og hava ofta avtalað eitt lægri tímatal.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo