Hagstovan: Arbeiðsloysið var eitt prosent í apríl, sum svaraði til 310 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent við 229 fulltíðararbeiðsleysum.
Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Tað vóru 359 persónar rakt av arbeiðsloysi í apríl, sum eru 92 fleiri enn í apríl í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo