Hagstovan: Arbeiðsloysið var 0,8 prosent í september, sum svaraði til 256 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent við 210 fulltíðararbeiðsleysum.
Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur hendan mánaðin. Í september vóru 318 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 84 fleiri enn í september í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo