Hagstovan: Arbeiðsloysið var 0,8 prosent í oktober, sum svaraði til 255 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,8 prosent við 256 fulltíðararbeiðsleysum.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Arbeiðsloysið vaksið mest í Vága øki
Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir øki. Í oktober var arbeiðsloysið minst í Norðoya øki við 0,5 prosentum, sum er tað sama sum í oktober í fjør. Størsta arbeiðsloysið er í Suðuroyar- og Suðurstreymoyar øki við einum prosenti. Størsti vøkstur samanborið við í fjør var tó í Vága øki, har arbeiðsloysið er vaksið 0,5 prosentstig samanborið við sama mánað í fjør, tá tað var 0,4 prosent.
Fleiri útgreinaði hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo