Hagstovan: Í februar var arbeiðsloysið 1,6%, ið svarar til 470 fulltíðararbeiðsleys.
Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum.
Arbeiðsloysið var 1,6% í februar, ið svarar til 470 fulltíðararbeiðsleys. Tilsamans vóru um 570 persónar raktir av arbeiðsloysi.
Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,3% sama mánað árið fyri.
Trendurin vísir, at stillstøða er í arbeiðsloysinum, ið merkir at tað hvørki hækkar ella lækkar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo