Hagstovan: Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í mars, sum svaraði til 346 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,8 prosent við 255 fulltíðararbeiðsleysum.
Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin.
Í persónum vóru 402 rakt av arbeiðsloysi í mars. Tað eru 110 fleiri enn í mars í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo