Hagstovan: Í desember var arbeiðsloysið 0,9%, ið svarar til 255 fulltíðararbeiðsleys.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum.
Arbeiðsloysið var 0,9% í desember, ið svarar til knappliga 255 fulltíðararbeiðsleys. Tilsamans vóru 302 persónar raktir av arbeiðsloysi.
Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,3% sama mánað í 2020. Trendurin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinasta árið.
Í desember var arbeiðsloysið 0,9% hjá monnum og 0,8% hjá kvinnum. Sama mánað í 2020 var tað 1,3% hjá monnum og 1,4% hjá kvinnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo