Hagstovan: Í apríl var arbeiðsloysið 0,9%, ið svarar til 265 fulltíðararbeiðsleys.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, ið ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin í arbeiðsloysinum.
Arbeiðsloysið var 0,9% í apríl, ið svarar til 265 fulltíðararbeiðsleys. Tilsamans vóru 328 persónar raktir av arbeiðsloysi.
Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,5% í apríl í fjør. Trendurin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo