Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-097/2023 eftir § 52a í Tingskipanini, frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um løn undir útbúgving.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu gongur við arbeiðinum at veita heilsustarvfólkum løn undir útbúgving?

2. Nær kunnu vit vænta, at skipanin verður sett í verk?

Svar
Til 1:
Arbeitt verður nú miðvíst við málinum um løn undir útbúgving. Ymsir hættir at skipa løn undir útbúgving eru umrøddir innanhýsis í fyrisitingini, og fundur hevur nýliga verið millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Kommunufelagið og Heilsuskúla Føroya um málið, og sýnast allir partar vera sinnaðir at arbeiða við einari loysn.

Tað er týdningarmikið, at kommunurnar eru við í arbeiðinum, tí ein stórur partur av teimum útbúnu starvast á heilsu- og dagstovnaøkinum, og er starvsvenjing eisini ein týðandi partur av útbúgvingunum.

Tí er avgjørt at seta arbeiðsbólk, ið hevur umboðan frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Kommunufelagnum, Undirvísingarstýrinum og Heilsuskúla Føroya at koma við nøkrum ítøkiligum boðum uppá, hvussu løn undir útbúgving kann skipast.

Hugsanin er at koma við boðum upp á, hvussu tey, sum eru undir útbúgving til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara kunnu fáa løn undir útbúgving. Í hesum sambandi skulu ymsir møguleikar umrøðast, eisini møguleikar fyri at samantvinna lestrarstuðul og løn.

Til 2: Eftir ætlan kemur arbeiðsbólkurin á mál ímóti sumri 2024, og hareftir verður tað meiri greitt, hvussu farið verður víðari. Møguleikin fyri løn undir útbúgving fyri hesar útbúgvingarbólkar er treytaður av, at landið og kommunurnar lyfta í felag.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo