Sunda kommuna: Arbeiðið at savna allar næmingarnar frá 1. til 10. flokki í Skúlan við Streymin er byrjað.
Býráðið er samt um, at ein arbeiðsbólkur verður settur nú, samstundis sum skúlastjóri verður settur fyri Skúlan við Streymin.
Mett verður, at fíggjarkarmurin fyri allan Skúlan við Streymin, kemur at ligga áleið 60 mió.kr. Við verandi avdráttum, verður skúlin afturgoldin yvir 10 ár, har Sunda kommuna hetta tíðarskeið framhaldandi kemur at hava sama fíggjarkarm á uml 8-9 mió.kr um árið til aðrar íløgur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo