Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

- Vit kunnu tíverri staðfesta, at verandi tøkni, ikki lýkur tey krøv og ynski, ið vit hava til slíka skipan. Tí mugu vit nú eftirmeta, um hetta er rætta skipanin. Tað sigur Regin Marnersson, stjóri í Próvstovuni, eftir at tøknin sveik til undanlandsroyndina hesa vikuna.

Endamálið við landsroyndum og próvtøkum er at hava skipaða eftirmeting av førleikunum hjá næmingunum í lesing, skriving, rokning og náttúruvísund so sum fólkaskúlalógin eisini sigur.

- Tað var eitt rætt stig at taka at talgilda royndirnar. Nógv fólk hava gjørt eitt stórt arbeiði, so at vit í felag røkka endamálinum við royndunum. Tí er tað harmiligt og ávirkar nógv fólk, tá tøknin svíkur, staðfestir Regin Marnersson.

Próvstovan hevur í eina tíð kannað, hvussu royndir og próvtøkur tøkniliga kunnu loysast øðrvísi. Ein arbeiðsbólkur undir landstýriskvinnuni er komin við nøkrum tilmælum, og Próvstovan hevur saman við Námi arbeitt víðari við, hvussu landsroyndir og talgildar próvtøkur kunnu fyriskipast, so tøknin ikki setir  dagsskránna, men hjálpir at loysa uppgávuna.

- Hetta eftirmetingararbeiðið er í fleiri liðum og tekur tíð, um mann vil gera arbeiðið ordiligt. Í komandi viku vita vit, hví tøknin sveik hesa vikuna og kunnu greiða landsstýriskvinnuni frá hesum, og tá taka vit eisini neyðug stig og gera neyðugar tillagingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo