Risastóra amerikanska Apple fyritøkan hevur nú tikið avgerð um at draga ísraelsku fyritøkuna NSO Group í rættin, víð tí uppáhaldi, at NSO Group brúkar Apple vørur til at gera útgerð sum kann brúkast til njósning.
Skuldsetingar hava í fleiri ár verið at hoyrt, men NSO Group hevur víst øllum ákærum aftur.
Apple sigur, at NSO Group skal hava brúkt sonevnt spyware nevnt "Pegasus" til at fáa atgongd til Apple eindir hjá fleiri brúkarum. Ein teirra skal vera franski forsetin, Emmanuel Macron, men eisini fleiri aðrir politikarar, embætisfólk og journalistar skulu hava verið undir eftirliti.
Apple vil hava NSO Group til at verða dømt til at gevast við at brúka øll sløg av Apple vørum umgangandi.
NSO Group sigur í sínum lagt, at tað eru politi og fregnartænastur sum hava brúkt vørurnar hjá fyritøkuni, og ongin annar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo