Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvussu arbeiða vit og hví steðgaði ætlaða hækkingin í ansingarsamsýningi upp?

Í Tórshavnar Býráði samdust vit um at senda áheitan til avvarðandi myndugleikar um loyvi at hækka samsýningina.

Bæði tí hon var ov lág, og tí hon skuldi eggja fleiri at vera um síni eldru, tá vit ikki høvdu nøktandi tilboð um búpláss á eldraøkinum.

Tá vit spurdu aftur eftir hesum máli, tóktist tað vera steðgað upp, tí tað ikki fekk undirtøku hjá hinum kommununum. Um tað vóru allar, fleiri ella bara nakrar fáar kommunur, skal eg ikki kunna siga, men hetta var afturmeldingin úr Kommunufelagnum.

Í størstu kommununi, okkara, vóru tá o.u. 12-14 ansarar og vit settu nøsina upp eftir eini tjúgu.

Í sama mun hevði eg hildið, at tað í hinum kommununum ikki heldur var talan um stór tøl og nógvar pengar, men ein spurningur um at fáa tingini at virka, at loysa ein trupulleika við búplássum og í fleiri førum ganga ynskinum hjá tí eldra, um at verða heima sum longst, á møti.

Síggi yvirskriftina og spurningin hjá fyrrverandi landsstýriskvinnu í Almannamálum á portalum í dag, júst um ansingarsamsýningina.

Best hevði verið um Kommunufelagið tá samskifti við landsstýriskvinnuna um hetta, við støði í viðurskiftunum hjá kommununum, íroknað metingum um kostnað.

Eg hevði mangan eina kenslu av, at vit sótu hvør í sínari ostaklokku, og at nøkur mál ferðaðust av borði á borð, meira sum formalia enn sum veruligt gjøgnumført arbeiði vegna okkara fólk, í hesum føri bæði kommunu, ansarar og eldri.

Aftaná er annað komið mær fyri oyrað, eitt nú at møguligar aðrar almennar veitingar til ansarar, verða mótroknaðar í ansingarsamsýningini. 

Eisini tekin um, at vit ikki arbeiða nóg væl við slíkum viðurskiftum, - tí sjálvandi átti Almannaverkið at ‘borið boð í bý’ um, at her var okkurt sum ikki ruggaði rætt og sum ikki var hugsað um, tá man setti ansingarsamsýningina á stovn.

Vit mugu hava árvakið fólk, vit mugu fáa afturmeldingar, vit mugu hava ‘flow’ í feløg, ráð og almenna umsiting soleiðis at vit ikki arbeiða hvør í sínum lagi, men saman um politiskar ætlanir og samtyktir.  

Tað øvugta er, sum nú, at lutfallsliga smá mál vitja aftur og aftur, krevja tíð og umsitingarligar skattapengar, ístaðin fyri at verða avgreidd skjótt og væl, til gleði fyri fólkið.

Bergun Kass
fyrrverandi býráðspolitikari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo