Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Ísraelsku filmsdagarnir í Føroyum byrjaðu í Havnar Bio í gjárkvøldið, tá Annika Olsen, borgarstjóri, setti sýningarnar. Annika vísti á, hvussu vit vanliga hugsa um stórar bíbilskar filmar, tá Ísrael og filmar verða nevndir í sama viðfangi. Men hesir filmar eru gjørdir í Hollywood.

Hinvegin vita tey fæstu, at Ísrael hevur fingið fleiri Oscar-nomineringar enn nakað annað land í Miðeystri. Hon vísti eisini á, hvussu nýggju filmarnir vuksu úr eini blandingsmentan og einum sera fjølbroyttum samfelag við nógvum stórum sum smáum tvídráttum.

Annika nevndi eisini, at kristna uppalingin í Føroyum helst hevur ávirkað mong til eina jaliga fatan av landinum, men samstundis metti hon, at slíkar fatanir fullkomiliga hvurvu í myrkrinum í biografsalinum, tí hvør einasti filmur var eitt upplegg til nýtt kjak og nýggjar og fjølbroyttar fatanir.

Ísraelskir filmar eru sera persónligir og lýsa allar partar av einum fløktum samfelag. Við tænastum sum t.d. Netflix kunnu mong nú síggja filmsrøðir sum t.d. Homeland og Sandstorm.

Annika endaði við at bjóða ísraelum vælkomnum og góða eydnu við filmsdøgunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo