“Ein fevnandi favnur og ein hjálpandi hond” – soleiðis ljóðaði orðini hjá LOFTI arkitektum um føroya fyrsta umlættingar- og rehabiliteringsdepil, sum lat upp í dalinum fagra í dag.
Tað verða her, at okkara eldri borgarar fara at fáa eina hjálpandi hond til tess at menna sínar førleikar aftur, soleiðis at gerandisdagurin gerst lættari.
Ein sannur hátíðardagur og gleðisdagur, sum vit leingi hava bíðað eftir. Vit í undanfarnu býráðssamgongu settu okkum fyri at raðfesta rehabilitering á eldraøkinum við tí endamáli at menna førleikar og lívsgóðsku hjá okkara eldru borgarum.
Tá bróðurparturin av okkara eldri borgarum ynskja at búgva í egnum heimi er neyðugt, at vit styrkja og menna likamligu førleikarnar, tá heilsan fer at bila.
Á umlættingar og rehabiliterinsdeplinum eru tað 27 umlættingarpláss og áleið 150 borgarar koma at fáa endurvenjing um árið á deplinum. Øll kømur venda út ímóti vakra dalinum fagra, har okkara eldru kunnu njóta náttúruna, friðsæluna og finna sær sálarbót.
Rehabilitering er hugsað inn í allan bygningin, soleiðis at tað ber til at ganga inni í bygninginum og eisini rundanum hann uttanfyri umframt øll venjingarútgerðin, sum er á staðnum.
Eisini verður dentur lagdur á góða føðslu, við serkønum køksfólki, sum koma at starvast í væl útgjørda køkinum.
Matur og føðsla er ein stórur liður í at menna heilsuna og gera okkara eldri byrg á ellisárum.
Tað var so gleðiligt at heilsa uppá spent starvfólk í gjár, sum koma á starvast á deplinum, øll við serkønari vitan innan røkt, ergoterapi, fysioterapi, føðslu v.m.
Ein tøkk, til øll, sum hava havt ein virkan leiklut fyri, at deplinum kundi gerast veruleiki og ikki minst tøkk til undanfarnu býráðssamgongu, sum ynskti hendan depilin av heilum hjarta, hóast mótstøðan var hørð politiskt.
Blíðan byr og góða eydnu øll somul við føroya fyrsta umlættingar og rehabiliterinsdepli, má hann vera øllum til ríka signing.
Annika Olsen
Fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo