Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Undantikið Maoismu hava Hoydalarnir givið okkum góðan skaldskap og sang.

Grót og hyljar frá Eystfalskeri yvir á Boðanes vóru okkara yndis spælipláss.

Kundi tó ikki torga brúnan taravøkstur á fjøru og tarabrúgvar eftir ringa lágætt.

Betri er úr báti at síggja niður á hvít sandeygu á botni enn á døkkan taraskóg.

Jónas í hvalakíki var heldur eingin tarafjeppari, smbr skriftini. Hann sigur:

“Djúpið var rundan um meg. Tari var vavdur um høvd mítt.” Mundi drukna.

Hoyrdi ræðumyndir um svangar føroyingar fyrr, ið doyðu við tarablað í munni.

Søguliga noyddust føroyingar fyrr at eta tara sum síðsta útveg áðrenn deyðan.

Víst er tarin fortreyt fyri øllum sjólívi
Ná, men sjálvsagt er tarin fyritreyt fyri øllum lívi og vøkstri í heimsins høvum.

Eina ferð skuldu (norskar) ‘taretabletter’ vera heilsubót móti øllum illum.

Tær smakkaðu so illa av tara, at tað føðsluískoytið ongantíð bleiv yndismeti.

Einasti matur í Fjareystri, eg ikki helt vera munnbæran, vóru taraplantur.

Har eta tey alt, ið grør og flytir seg, frá hundum og kettum líka til sjóagurk.

Men eg havi helst mistikið meg um tarans nørandi mátt... ella hvat?

Nýskapan á Hulki og í Kollafirði
Minnist eina heldur loyniliga verkætlan um eitt taravirki á Hulki við Sjógv.

Tað var í veldisdøgum Tórmóðs Dahl, ‘finn-uppá-fólk’ í 1970-og 80-unum.

TD, ídnaðarráðgevi, ‘fann uppá’ m.a. Dylluna, ið hann “ikki fekk at geva hall.”

Teir almennu Menningar- og Ídnaðargrunnurin við landskassa fíggjaðu ballið.

Henda alment stuðlaða Dyllan í Kollafirði skuldi kosta um 500 m/kr at byggja.

Men hon bleiv eitt væl minni virki, ið skuldi føða Asia við ‘surimi’ úr svartkjafti.

Eftir 3-4 ár fór hon á heysin og kostaði skattgjaldarunum, 55 míó kr í halli.

Varð eina ferð boðin við øðrum miðlafólkum at síggja Taravirkið á Hulki.

Har rørdu ‘finn-uppá-menn’ við stórum sleivum í einum kókandi tarapotti.

Rávøran var ómáld: Tari skuldi dreggjast við ‘sletum’ upp av havsins botni.

Taravirkið fór á heysin, men bygningurin virkar tíbetur enn sum fiskavirki.

Botnfiskurin er drúgvur, tó at Havstovan terroriserar hann við friðingum.

Men nú kom vend í, so tarin er bjarging móti CO2 og Ingilíns dómadegi.

Akademiskt konugildi í NLH um ís og tara
Tá skattgjaldarin rindar, yðir við bjartskygdum ‘finn-uppá-fólk’. Alt ber til.

D&V vísti eina ‘stevnu’ í NLH um vistfrøði, tara, CO2, sukur og Norðpólsís.

Fleiri hoyrdu fyri sær ‘Stórhvalagildið’,  har margfeldið át søtar taramellur.

Í NLH sást einki vinnulív, men akademiskar kvinnur spáddu 10.000 ár fram.

Snakkið minti um Johan og 30 cm hækkandi vatnstand p.a. við Eystaruvág.

Tað hugtók mangan, tá ein kvinna nevndi, at yvir 250 ‘føroysk’ tarasløg eru.

Hon stóð í fjøruni og kýndi tarabløðum og tosaði eymt um hetta stóra tilfeingi.

Fólk flest hildu bert eini 2 sløg vera: grønan bløðrutara, brúnt tang og tonglar.

Jú, um smakkurin fæst úr tara, er nógv til av honum, ið kanska kann brúkast.

Ein amerikansk kvinna spáddi 10.000 ár fram, um Norðpólsísurin bráðnar.

Hon sá sjógvin orna, og taran grógva upp á jarðarinnar hægsta punkt.

Hesi fólk í miljóna tali granska fyri billiónir árliga og liva av klimakultismu.

Nú brenna tey fyri at skemma Sandoy fyri at bjarga heiminum undan hita.

Langt síðan, eg sá orðið ‘luftkastellur’ brúkt, ella ‘hetta er tað bera gass.’

10.000 ára ‘ríkið’ hjá tara-sektini
Eitt US-rannsóknarskip kannar, hvaðan kalda vatnið í Bankarennuni stavar.

Tann falska alarmin hevur ‘boyu-‘Bogi kannað og rætt føroyingar við fyrr.

Neyvan er tarin á Føroyabanka líka illa fyri sum toskurin eftir 25 ára friðing.

FB føddi ísfiskaflotan á vetri, áðrenn Havstovan fór at ‘goyma’ fisk har.

Kring Arktis ilskast inuittar inn á ísbjarnir, ið nørast og nú ræna ruskspannir.

Hvítabjarna stovnurin er øktur úr 5.000 upp í 25.000 bjarnir farnu 50 árini.

Pólísurin er aftur farin at vaksa í vídd, so tarin má bíða við at breiða seg.

Tó var forvitnisligt, at hann ‘etur’ CO2 og goymir tað sum sukur í 10.000 ár.

Evropa hevði ein ‘Førara’, ið helt seg hava stovnað sítt 1000-ára ríki.

Tað mannskapta ‘Reich’ vardi tó bert í 13 ár og endaði í eini heimsvanlukku.

Sjónarringurin hjá Ingilín er 10 ár. Tá bannar hon øllum koli, olju og gassi.

Hon man vera religiøst ósamd við 10-tals millennium-kultin hjá tara-sektini.

Ocean Rain Forest hjá Ólavi G
Nei, tá er hugaligari at fylgja Ólavi Gregersen, ið vinnur pening sjálvt úr tara.

Vit ræðast tara, ÓG smýgur sær sum brondingur í taraskógi. Munur á monnum.

Hann fær íløgur úr m.a. California til Ocean Rain Forest har og í Føroyum.

Higartil hevur henda hugsjónarliga vistfrøðiliga fyritøka havt 47 mió kr í halli.

Á KvF skiltist, at nakað at hallinum er komið føroyingum óbeinleiðis til góða.

Tey ríku í Kalifornia gjalda inn, og ‘finn-uppá-føroyingar’ heva úr kassa 1.

Í Kaliifornia er størst munur á ríkum tekno-Dems og fátækum verka-Reps.

Í 1965 vóru 80% av kaliforniska fólkinum hvít. Nú eru bert 37% hvít eftir.

Men amerikanar og føroyingar eru bjartskygd fólk. Vit ‘skora kassa’ úr tara.

Har og her heldur dansurin um gullkálvin og nú um ‘taran í sjónum’ fram.

Annika og vit við tarafobi kunnu læra av Ólavi at síggja tærið í taranum.

(Kelda KvF)

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo