Løgtingið er ein samling av fólkum við serligum framíhjárættindum at atkvøða um lógir, sum beinleiðis ávirka okkara gerandisdag.
Tað er ongantíð synd í einum løgtingslimi, tí hann ella hon er undir trýsti. Tað er ein valdshavari. Ein persónur við størri valdi enn tú og eg. Tað er ein framíhjárættur, sum fá fólk hava í okkara samfelagi.
Stóri munurin á einum løgtingslimi og einum vanligum borgara er, at løgtingslimir hava atkvøðurætt. Vit hava øll møguleikan at siga føgur orð, men bara nøkur fá hava framíhjárættin at atkvøða um lógir.
Tí hevur tað týdning at staðfesta greitt, at Annika Olsen hevur ongantíð atkvøtt fyri nøkrum rættindum til samkynd.
Hon atkvøddi ímóti hjúnabandslógini. Tá sat hon í andstøðu og var ikki bundin av nøkrum samgonguskjali.
Hon atkvøddi ímóti at geva samkyndum foreldrum rætt til barsilspening fyrr í ár.
Hon fer eftir øllum at døma at atkvøða ímóti javnrættindum til samkynd og børn teirra.
Og so kunnu vit leggja føgru orðini hjá henni aftrat. Hon sigur, at øll vita, hvat hon heldur. Gera vit tað? Øll vita, hvar hon stendur. Gera vit tað? Hon sigur, at hon er undir stórum trýsti at atkvøða í hesum málinum. Nei, tað er ikki eitt trýst, men ein framíhjárættur at atkvøða um lógir, sum beinleiðis ávirka gerandisdagin hjá fólki.
Og nú sigur Annika, at tað er løgmaður, sum má loysa málið. Veruleikin er, at hon kann loysa málið sjálv í næstu viku – tað kann løgmaður ikki.
Hon kann atkvøða fyri.
Bjarni Arge
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo