Føroya Styrkisamband: Anna Kristina Niclasen setti føroyskt met og vann DM-gull, tá ið hon síðsta vikuskiftið vann danska meistaraheitið á liðnum hjá danska felagnum AK Atlas úr Slagelse.
Anna setti føroyskt met við at stoyta (clean and jerk) 97 kilo upp um høvd. Í trekk (snatch) lyfti hon 73 kilo. Í tveykampinum ella samanlagt lyfti hon sostatt 170 kilo.
Frank Petersen, venjari hjá AK Atlas og danska landsliðnum væntar, at Anna Kristina kann gerast fyrsti føroyingurin, ið luttekur í EM fyri vaksin kanska longu komandi ár.
Hinar tríggjar á liðnum, Sandra Jensen, Katrine Bruhn og Louise Vennekilde luttóku allar fyri Danmark í EM í Moskva herfyri.
Næsta kapping fyri føroyska styrkiítrótt verður 4. juli í Spania. Úttikin til hesa kapping eru vektlyftararnir Pól Hendrikkur Andreasen, Maibrit Reynheim Petersen og Anna Kristina Niclasen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo