Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Innsent: Í dag, fríggjadagin 31. mai, letur Anna Eiriksdóttir upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

​Anna býr í Havn, men er annars ættað av Tvøroyari. Hon hevur í nógv ár havt sum frítíðarítriv at mála eitt sindur, men seinastu árini hevur hon verið meira virkin. Hetta sæst eisini aftur í tí, sum er komið burturúr.

Anna Eiriksdóttir hevur saman við øðrum havt framsýningar nakrar ferðir, men nú er fyrstu ferð, at hon sjálv sýnir fram.

Hon hevur roynt ymiskar málningateknikkir, men tað mesta, sum hon málar nú, er acryl á lørift og pappír.

Myndaevnini eru ikki sørt abstrakt úr føroysku náttúruni. Onnu dámar væl bláar litir, og tað speglast aftur í nógvum av málningunum. Nøkur tema eru fuglar og serliga fuglar á flogi. Eisini er havið eitt tema, tí havið er fantastiskt og gevandi, sum Anna málber seg. Alt hetta endurspeglar seg í málningunum, sum kunnu lýsast sum friðsælar og bleytar. 

Alt, sum er á hesi framsýningini í Smiðjuni í Lítluvík, eru nýggj verk, ið ikki hava verið sýnd fram áður.

Ferniseringin verður í dag fríggjadagin 31. mai kl. 15.00.

Framsýningin er opin til og við týsdagin 4. juni frá kl. 12 – 19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo