Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tann 1. september 2018 vóru 50 ár liðin, síðan Ann Hjaltalin byrjaði sína starvsleið í landsfyrisitingini.

Seinastu 21 árini hevur hon verið skrivari hjá løgmanni. Undan tí arbeiddi Ann Hjaltalin í journalini – eisini sum journalleiðari í nógv ár.

Í sambandi við 50 ára starvsdagin var fyrrapartin ein samkoma á Løgmansskrivstovuni.

Tá segði Marjun Hanusardóttir soleiðis um Ann Hjaltalin:

“Tín fyrsta uppgáva sum skrivari hjá Edmundi Joensen, løgmanni, var at vera eitt slag av samskiftisráðgeva. Tú skuldi nevniliga klippa allar viðkomandi greinir úr bløðunum, so løgmaður kundi fylgja betri við, hvat rørdi seg í fjølmiðlunum.”

Ann Hjaltalin byrjaði í skrivstovulæru á Landsskrivstovuni í 1968, sum tá var fyrisitingin hjá øllum landsstýrinum, stóran part av almennu fyrisitingini og partvís eisini skrivstova fyri løgtingið. Eftir lokið læruprógv í 1971 bleiv hon sett í fast starv sum skrivstovukvinna.

Síðan Heimastýrislógin varð sett í gildi í 1948 hava tað í alt verið 13 løgmenn. Tað serstaka er, at Ann Hjaltalin hevur samstarvað við heili 11 av teimum 13.

Á samkomuni í morgun lýsti Suffia Eliasen, ið segði nøkur orð vegna starvsfelagararnar, hana soleiðis:

“Sum persónur er Ann fyrikomandi, altíð góð í ráðum, álítandi, dugnalig, røkin, ábyrgdarfull, nærløgd og avgjørd.”

Ann er gift Steintóri Hjaltalin. Tey eiga fimm børn, 14 ommu- og abbabørn og fýra langommu- og langabbabørn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo