Landsstýrið ætlar at spara smáar 3 mió kr við at taka av lógina um uppihaldspening.
Sum tað er í dag, so kann tað foreldrið, sum ikki býr saman við børnunum, fáa ein part av barnapengunum aftur í stuðli frá landinum. Men ikki frá næsta ár at rokna, verður tað sum landsstýrið ætlar.
Men tað er ikki gott fyri fleiri familjur, helda andstøðulimirnir í Trivnaðarnevndini, sum í meirilutaálitinum millum annað skriva soleiðis:
Ofta verður tikið til, at familjan er kjarnin í samfelagnum. Tó hendir tað hjá nøkrum foreldrum, at einasta loysnin er at fara frá hvørjum øðrum. Tað er ongantíð tað,fólk helst vilja, men í onkrum førum er tað frægasta loysnin.
Tað hevur avleiðingar fyri foreldur og børn. Eisini hevur tað fíggjarligar avleiðingar. Vit hava lógir á hesum økinum. Hjúnafelagi, sum ikki hevur børnini, skal rinda uppihaldspening til tann, sum hevur børnini. Uppihaldspeningur verður rindaður fyri børn,og um inntøkumunurin millum bæði er stórur, so skal rindast ávís upphædd til hin hjúnafelagan.
Søguliga kundi uppihaldspeningur trekkjast frá í skatti hjá tí, sum rindar, meðan tann, sum móttekur, skuldi rinda skatt av peninginum. Fyri kvartari øld síðan varð frádrátturin loystur av við eini stuðulsskipan til tann, sum rindar. Seinni er tað blivið skattafrítt hjá tí, sum móttekur. Fyri tann, sum rindar, er í dag galdandi, at fyri 1. barnið er eingin stuðul, men frá og við barni nr. 2 verða endurrindað 40% av gjaldinum. Tá hjún fara frá hvøjum øðrum, heldur meirilutin, at lóggáva ikki má verða forðandi fyri, at fólk koma víðari og kunnu stovna nýggja familju.
Í teimum førum, har ein skal rinda nógvan uppihaldspening, kann vera trupult at fáa tað fíggjarliga at hanga saman, um nýggj familja verður stovnað. Uppskotið sigur, at stuðul til uppihaldspening skal takast av.
Meirilutin heldur hetta er óumhugsað.
Hetta fer at ganga hart út yvir nakrar familjur og fer at forða fyri fíggjarliga møguleikanum hjá nógvum at stovna nýggja familju. Undir viðgerðini í Trivnaðarnevndini er eisini komið fram, at uppihaldspeningur til hjúnafelaga verður settur niður, um uppskotið verður samtykt. Somuleiðis verða hækkað barnagjøld sett niður, um uppskotið verður samtykt. Hesi gjøld verða roknaði út frá fíggjarliga førleikanum hjá tí, sum rindar. Uppskotið er tí eitt álop á fleiri familjur og vil eisini verða ein fíggjarlig forðing hjá nøkrum at stovna nýggja familju. Eisini verða børnini taparin, tí eyka barnagjald og uppihaldspeningur til hjúnafelaga verða við hesum uppskotinum minkaði.
Sparingin við uppskotinum er sera lítil, men avleiðingarnar fyri nøkur verða ógvisliga stórar. Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Minnilutin hevur hesar viðmerkingar:
Við broytingini verður stuðul ikki longur veittur til tey, sum gjalda uppihaldspening. Sparingin verður uml. 2,7 mió. kr. tá broytingin hevur fingið fullan virknað frá 2026. Minnilutin ásannar, at familjumynstrið er broytt nógv seinastu árini, og at lógarverkið ikki er broytt samsvarandi. Tí heitir minnilutin á landsstýrið um at eftirmeta og dagføra skipanina um barnafrádrátt í § 2 í løgtingslóg um áseting av skatti, so hon samsvarar betur við verandi familjumynstur. Frádrátturin eigur í størri mun at fylgja barninum, og tað er ikki tíðarhóskandi at gera mun á samlivandi og giftum pørum í lógini.
Sum nú er fær mamman barnafrádráttin, um foreldrini eru samlivandi meðan pápin fær frádráttin, um foreldrini eru gift. Ongin møguleiki er heldur fyri at býta frádráttin millum foreldur, um hesi ikki liva saman og eru felags um at uppala barnið. Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo