Uppskotið um at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan verður kravt aftur í fíggjarnevndina eftir at komið er fram at játtanin á góðar 43 milliónir krónur nokk ikki er tann seinasta.
Fyrstur at krevja málið aftur í nevnd var Jørgen Niclasen, og tá ið løgmaður hevði fingið orðið, sum møtti fyri heilsuráðkvinnuna, var løgmaður samdur í tí, at málið verður beint aftur í nevnd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo