Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Andrias J. Reinert (1934-2019) var stjóri á Fiskaaling frá 1973 til 1995. (Mynd: Magnus H. Torvanger)

Andrias J. Reinert (1934-2019) var stjóri á Fiskaaling frá 1973 til 1995. (Mynd: Magnus H. Torvanger)

Andrias J. Reinert (1934-2019) var stjóri á Fiskaaling frá 1973 til 1995. (Mynd: Magnus H. Torvanger)

Fiskaaling: Nú undangongumaðurin og eldsálin Andrias Reinert legði árarnar inn 85 ára gamal, rennur mangt í huga, sum vit eru honum ógvuliga takksom fyri – bæði her á Fiskaaling, og føroyska samfelagið sum heild. Hann eigur stóran lut í tí arbeiðinum, ið elvdi til, at vit í Føroyum í dag hava eina stinna og sterka alivinnu.

Eftir lokið prógv frá Københavns Universitet fylgdi Andrias sera væl við tí, sum fór fram í royndunum at ala síl og laks. Hann byrjaði á Fiskirannsóknarstovuni í 1958, sum tá helt til í kjallaranum úti á Tinganesi. Her arbeiddi hann undir Jákup Sverra Joensen, fiskifrøðingi. Um somu tíðina vitjaði eisini Júst í Túni, skipari, javnan inn á Fiskirannsóknarstovuna at fregnast um, hvussu framtíðarútlitini mundu vera fyri sílaaling í Føroyum.

Í 1965 sendi Fiskirannsóknarstovan Andrias til Brøns í Suðurjútlandi at kunna seg um sílaaling í Danmark. Á royndarstøðini har lærdi Andrias seg alt, sum neyðugt var at vita um sílaaling. Hann var sannførdur um, at møguleikarnir at ala síl í Føroyum vóru góðir.

Tá fyrstu royndirnar at innflyta sílarogn úr Danmark byrjaðu í 1965-66, fór alingin at vinda alt meira upp á seg, og var Andrias altíð ein eldhugaður miðdepil í hesi tilgongdini. Landsstýrið stovnaði Fiskaaling í 1970 saman við Júst í Túni og Andrias í Túni, og í árunum 1973 til 1995 var Andrias stjóri í felagnum. Nógvar royndir vórðu gjørdar hesi árini, og sum frá leið bar til at byggja upp eina sterka vinnu oman á ta serfrøði, sum Fiskaaling var við til at skapa undir leiðslu av Andriasi.

“Andrias Reinert er ein hin mest týðandi undangongumaðurin fyri føroyska alivinnu og hevur sostatt havt týdningarmiklan leiklut at leggja lunnar undir eitt meira framtíðartryggjað vælferðarsamfelag, sum er grundað á fleiri vinnutættir,“ sigur Jóhanna Lava Køtlum, stóri á Fiskaaling.

Á aliráðstevnuni 2018 valdi Havbúnaðarfelagið at tilnavna Andrias til heiðurslim í Havbúnaðarfelagnum fyri tað slóðbrótandi arbeiði, sum hann hevur gjørt fyri føroyska alivinnu. Andrias var sjálvur til staðar at taka ímóti heiðurinum.

Andrias hevði livandi áhuga fyri náttúruni. Hann var djóravinur, og hann fekst altíð við djór. Eitt nú setti hann skjøtul á at kanna og ringmerkja føroyskan lomviga, og í apríl 2019 fekk hann eisini serstaka viðurkenning frá Føroya Fuglafrøðifelag. Andrias verður eisini saknaður í føroyska kórsanginum, har hann við eyðkendu bassrøddini luttók so trúliga í mong ár.

Fiskaaling vil við hesum fáu orðum takka Andrias Reinert fyri hansara fyrimyndarliga arbeiði fyri føroyska aling. Tað er ein dyggur íblástur fyri framtíðar virksemið hjá felagnum at vita, at vit byggja á arbeiðið hjá júst Andriasi. Fiskaalig drýpur høvur í samkenslu við teimum avvarðandi.

Friður veri við minninum eftir Andrias Jessen Reinert.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo