Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Bretski Andrew prinsur kennir seg nú noyddan at selja smáttu sína Chalet Helora sum er nærhendis skístaðnum Verbier í sveisisku Alpunum. Hann og táverandi konan Sarah Ferguson, keyptu smáttuna í 2014 fyri umleið 158 miliónir krónur, men enn resta 58 milliónir í at verða goldnar, og nú vil seljarin hava pengarnar.

Sagt verður, at Andrew Prinsur er í penganeyð, tí hann fær risastórar rokningar frá sakførarum fyri eitt mál, har hann er stevndur fyri at hava misbrúkt eina tá 17 ára gamla gentu kynsliga. Prinsurin hevur mist síni heiti og størv, sum mamman, Elizabeth drotning, hevur tikið frá honum, vegna vanæruna.

Sagt verður eisini, at prinsurin fær væntandi eina trý siffraða milliónaupphædd fyri smáttuna, sum millum annað hevur sjey kømur og innandura svimjihyl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo