Føroyar fáa vitjan av navnframa rúmdarfararanum Andreas Mogensen.
Hann kemur til Føroyar 23. septembur og fer avstað aftur 25 septembur.
Hann fer at vitja Landsstýrið og Tórshavnar Kommunu og halda nakrar fyrilestrar um ferð sína og fer yvirhøvur at vekja áhugan í Føroyum fyri rúmdini og teir møgulleikar sum har eru bæði fyri einstaklingar og eisini hjá Føroyskum vinnulivi og okkara gransking.
Andreas Mogensen hevur sjálvandi slipsið hjá William Heinesen við sær og fer hann at handa tað til familjuna hjá skaldinum.
Úr Føroyum fer Andreas Mogensen viðari til Grønlands á kunningarferð sínari.
Nærri skrá fyri vitjanina i Føroyum verður lýst seinni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo