Andreas Mogensen kemur til Føroya 22. septembur.
Hann vil sera fegin hitta ungdómar og kunna um rúmdina og slóa fyri eina rumdarvinnu her á landi.
Fyrsta tiltakið verður i Løkshøll 23. septembur og dagin eftir 24, septembur verður tað úti á Glasi. Eisini luttekur føroyski Marts serfrøðingurin David Arge og fer hann at bera nýggjastu tíðindir av mars. úti á Glasi fer Andreas Mogensen at handa Forminnissavninum merkið sum hann hevur havt við sær i rúmdini og seinnapartin í Williams Húsi tekur Elisa Heinesen ímóti slipsinum hjá abbanum William Heinesen, slipsið hevur sum øllum kunnugt eisini verið á rúmdarferð.
Johan Mortensen og David Arge fyriskipa ferðina hja Andreas Mogensen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo