Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Seinnapartin var hátíðarhald í Reinsaríinum í Tórsgøtu, nú Andrea Heindriksdóttir tekur við sum leiðari eftir Bo Isholm, sum síðstu mongu árini hevur verið leiðari í Tórshavnar Musikkskúla.

Andrea Heindriksdóttir er kend bæði í musikkskúlanum og í mentanarlívinum sum heild, og hennara navn munnu mong kennast við frá Aldubáruni, GHM og Føroya Symfoniorkestri og øðrum við.

Undir hátíðarhaldinum flutti Heðin Mortensen, borgarstjóri fram røðu, har hann legði fyri við at takka fráfarandi musikkskúlaleiðaranum, Bo Isholm: – Í hansara tíð hevur musikkskúlin ment seg til ein sera virknan og fjølbroyttan skúla og mentanarstovn, og hansara lutur liggur ikki eftir. Takk fyri tað, segði borgarstjórin.

Andrea Heindriksdóttir, sum nú tekur við sum leiðari, er útbúgvin frá lærdum tónlistaháskúla í 1992 við floytu sum høvuðsljóðføri, og sama ár fekk hon starv í Tórshavnar Musikkskúla. Í fjør hevur hon eisini nomið sær diplomútbúgving í leiðslu.

– Andrea er ikki bara lærari og leiðari, men eisini tónlistafólk á hægsta stigi, so hon er tí væl kvalifiserað til hetta fyri okkum so týðandi starv, sum leiðari á landsins størsta musikkskúla, segði Heðin Mortensen, sum vísti á, at Andrea er ígongdseti, samskipar og útinnir, og brennur fyri uppgávuni.

BJØRT MUSIKKSKÚLAFRAMTÍÐ
Tórshavnar musikkskúli er kommunalur stovnur, sum bæði er ein útbúgvingarstovnur og ein mentanarstovnur, og borgarstjórin kom eisini inn á karmarnar um musikkskúlan, ið hevur sum leiklut at ganga á odda – bæði á útbúgvingarliga økinum og mentanarliga.

– Eg veit, at nógv verður tosað um nýggjan musikkskúla, men nú vænti eg, at tað fer at bragda. So seint sum í gjár var fundur í bygginevndini at fáa gjørt síðstu fyrireikingarnar til at bjóða byggingina av nýggjum musikkskúla við Landavegin út, og helst verður hetta um ársskiftið, segði Heðin Mortensen.

– Vit vilja tryggja okkum, at vit fáa tann musikkskúlan, vit øll kunnu fegnast um, og sum kann vera tann veruligi útbúgvingarligi og mentanarligi depilin, sum vit øll ynskja. Og vit ivast ikki í, Andrea, at við tær sum leiðara verður framtíðin hjá Tórshavnar Musikkskúla bjørt og virkin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo