Leygardagin 1. juli eru tað 150 ár síðani, at sýslumaðurin og politikarin Andrass Samuelsen úr Haldórsvík, búsitandi í Fuglafirði, varð føddur.
Hann hevði eina drúgva yrkisleið í politikki; bæði sum løgtings- og fólkatingsmaður, og at enda sum fyrsti løgmaður eftir heimastýrislógina í 1948.
Hann varð valdur á løgting í 1906, fyrstu árini í Norðstreymoyar og síðan í Eysturoyar valdømi, og var formaður Sambandsfloksins frá 1924-1948.
Verður hugt at valúrslitum eftir politiska floksbýtinum í 1906 og inní tríatiárini, kann ikki sigast annað enn, at hann og flokkurin myndaðu føroyskan politikk í ein mansaldur.
Tí Sambandsflokkurin vann meirilutan av løgtingssessunum meginpartin av hesum tíðarskeiðinum.
Samstundis sum Andrass Samuelsen var løgtingsmaður, var hann eisini fólkatingsmaður frá 1913-1915 og 1918-1939. Eitt dømi um hvussu vælumtóktur hann var í tí starvinum, er fólkatingsvalið í 1929. Tá stillaðu Sjálvstýris- og Javnaðarflokkurin í felag Símun Paula Konoy fram sum mótvalevni.
Hóast flokkarnir um hetta mundið høvdu meirilutan í løgtinginum, gekst ikki sum ætlað, tí Andrass Samuelsen vann við góðum 55% av atkvøðunum.
Hetta við góðum stuðli úr Norðstreymoy, har bróðurin Mikkjal var valdur inn á ting, men serliga Eysturoy, har knapt 75% av veljarunum atkvøddu fyri Andrassi.
Í minningarorðum í Tingakrossi lýsti, sjálvstýrismaðurin, Louis Zachariasen, Andrass Samuelsen sum ein mann við framúr góðum evnum. Bæði tá viðvíkti mannakunnleika og í politiskum hugsanarhátti.
Sum føroyskur umboðsmaður í Danmark var hann ikki einans politikari, men hjálpti eisini føroyingum, ið hann møtti í Keypmannahavn.
Haraftrat vitjaði hann javnan, kendar og ókendar, føroyingar, sum lógu á sjúkrahúsi niðri.
Andrass Samuelsen gavst í politikki í 1950, eftir at hava verið løgmaður í tvey ár.
Hann doyði 30. juni í 1954, dagin fyri hann fylti 81 ár.
Sambandsflokkurin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo