Íverksetarahúsið: Ávirkari sum vinnuvegur er yvirskiftin á Ársins Íverksetaradegi hjá Íverksetarahúsinum, ið verður hildin í Løkshøll í Runavík 31. oktobur 2024 frá kl. 13.00 til 16.00.
Í ár heldur Anders Hemmingsen høvuðsfyrilesturin. Anders er danskur ávirkari og maðurin, sum hevur ein av best umtóktu Instagram-vangunum í Danmark. Hann fer at geva okkum eitt forkunnugt innlit í sína arbeiðsgongd, og um sína ferð frá 0 til yvir 1.8 millónir fylgarar á Instagram, Facebook og TikTok.
Við sær hevur Anders sín starvsfelaga Marie Johanne Bavnhøj, ið fer at greiða frá handilssligu møguleikunum og teimum strategisku avgerðunum, sum tey dagliga mugu taka í sambandi við raksturin av vanganum Andershemmingsen.
Anders og Marie fara at deila sínar royndir við ”influencer marketing”, og hvussu tey hava ment eitt sterkt vørumerki, og hvat skal til fyri at vaksa seg stóran á sosialu miðlunum.
Umframt Anders og Marie, fara kvinnurnar Cecilia Nolsøe Sørensen og Sølva J. Joensen at greiða frá um sínar vangar. Cecilia hevur vangan @Fíggjarligt frælsi, ið snýr seg um persónligu fíggjarligu viðurskiftini hjá einari barnafamilju og Sølva hevur vangan @Sølva, ið snýr seg um íblástur til heilsugóðan lívsstíl, og alt innan føðslu, heilsu og venjing.
Eisini fer Rókur J. Jakobsen, sum er stjóri í fyritøkuni VIRKA, at hava eina framløgu um, hvussu VIRKA brúkar ávirkarar.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, avdúkar Ársins Íverkseta 2024.
Eftir handanina bjóðar Íverksetarahúsið til netverkan og ábit.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.
Tó er neyðugt at tekna seg.
Sí skránna og tekna teg til Ársins Íverksetaradag 2024 á https://www.atgongumerki.fo/2746429/arsins-iverksetaradagur-2024
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo