Baskarin er givin á Old Trafford eftir at tað ikki eydnaðist honum at semjast við United-leiðsluna um eina nýggja avtalu.
Hesi seinastu fimm árini í felagnum hevur Herrera vunnið FA-cuppin, ligacuppin, Europa League og Community Shield, men hann hevur eisini verið partur av einum Manchester United-liði sum ikki eydnaðist at liva upp til tað sum væntað verður av liðnum.
Herrera ávarar bæði Solskjær og United-fjeppar um at tað fer at taka tíð áðrenn Manchester United aftur kann bjóða av í kappingini at vinna steyp, skrivar The Guardian.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo