Tann reina hellan, har eingin vøkstur sæst ella hevur verið, er torfør at finna í okkara samtíð. Fyri langari tíð síðan var hellan ónomin av fugli, djórum og menniskjum. Í dag er hon merkt av lívi, veðurlagi og umstøðum náttúrunnar.
Á vitjan í bjørgunum, í fjøllunum ella í urðini sæst, at mitt úr klettinum og kørgum lendi vellir lív og vøkstur. Hvør er megin, ið ber stelkin?
Vit kenna svarið. Rótin er fest í tíðarinnar arvi og aldargomlum jørðildi. Økini, ið eru ónomin, fækkast. Um ikki av mannahond og fótum, so er tað mesta nomið og heldur fram at nema, ávirka og mynda.
Vit bera ein arv. Tey, ið royna at koma aftur til upprunan, verða fangað í gamlari hugsan innan heimspeki, átrúnað ella samfelag. Tann óhefta og objektiva hugsanin er skorin eftir einum leisti, ið tykist nýggjur, og tó hevur sjónligar røtur aftur í tíðina. Tann gløggi eygleiðarin sær við rannsókn og kanning søgulig spor av fyrndar hugsan og verki.
Áhugavert er at fylgja hugans ráki úti í heimi og í heimligum lendi. Nýggj hugsan dettur um teir somu kneysarnar, har fedrarnir snávaðu. Human etisk hugsan, ið ikki tilvitað greinar útgangsstøðið, verður við tíðini tilvildarlig. Tjóðrið gongur altíð aftur til halin, ið stendur fastur í søguligum lendi, t.d. heimspeki, politisk áskoðan ella trúgv.
Onkuntíð hoyrist misnøgd, tí morgunsálmar verða sungnir í skúlunum, og andaktir eru í útvarpi og sjónvarpi. Fatanin er, at tað er skeivt at prædika Kristus í tí almenna rúminum. Tað nýggja rákið sigur, at kristnin skal ikki ávirka. Vit mega gerast fræls og leys við fedranna siðvenju, mentan og trúgv.
Satt er tað, at viðhvørt dugdu vit kristnu ikki hógv. Virðingin fyri teimum, ið høvdu aðra áskoðan ella onnur sjónarmið, var ikki altíð nøktandi. Eingin orsøk er at halda, at alt, ið vit kristnu hava gjørt, er rætt.
Henda ásannanin gevur dirvi at geva eitt hóvligt mótspæl. Eisini nýggj tíðarrák, ið siga seg óbundin og klárt hugsandi við atliti at humanismu og leiðreglum, fara út í tað almenna rúmið at boða og varpa ljós á tann nýggja leistin til hugsjónarliga menning og hugsan.
Hóast framferðin líkist henni, ið kristnin hevur nýtt í tvey túsund ár, er ein álvarsamur munur við atliti at klassiskum kristindómi. Guð er ikki útgangsstøðið fyri menning og lívi. Vit eru ikki Guðs val, men Guð er okkara val. Tó, heldur ikki hetta fyribrigdið – møguleiki hins einstaka at velja – er nýggj hugsan.
Í miðøldini var spurningurin um hin fría viljan gjølla viðgjørdur. Í fornkirkjuni og táverandi samtíð finna vit sama tema innan gudfrøði og almenna heimspeki. Eru vit fræls ella bundin? Hava vit ein frían vilja? Er hugsanin óbundin?
Kristnin í Føroyum hevur nógv at takka fyri. Okkum untist at búgva í einum góðum og friðarligum landi. Vit hava góðar sømdir at prædika gleðiboðskapin um Jesus. Samanborið við støðuna í fjareystri, har kristin verða pínd, forfylgd og dripin vegna trúnna á Jesus Krist, eru korini at virka avbera góð.
Vit kristnu mega vera sinnilig móti teimum, ið ikki hava eitt átrúnaðarligt útgangsstøði. Fólkaræðið gevur øllum rættin at hugsa, tala og virka.
Í vesturheiminum berast nú um stundir ófrættatíðindi um tvørrandi tollyndi. Hin gamla søgan um átrúnaðarligt trongskygni verður endurtikin av eini sannføring, ið ikki er átrúnaðarlig.
Í Fraklandi, har vøggan hjá hinum frælsa heiminum stóð, verða sakleys fólk dripin í yvirgangi vegna tess, at hin frælsi heimurin ikki dugdi sær hógv. Tónin í orði, talu og list snávaði, t.d. í niðrandi tekningum og útsøgnum.
Tey frælslyntu spottaðu tað, ið átrúnaðurin metir heilagt, í boðan og verki. Muslimar kendu seg særdar, tí profeturin Muhamed varð speirikin. Tey kristnu kendu seg særd, tí frelsarin Jesus varð speirikin. Fylgjurnar eru álvarsamar og ræðandi: Hevnisøka, harðskapur og lívlát.
Tvørrandi tollyndi og mentanarligur ágangur móti eini sannføring, politiskum sjónarmiðum ella átrúnaði leggur fólkið í haft. Frælsi heimurin byrjaði eina røð av óhepnum átøkum og setti seg sjálvan aftan lastar dyr í angist og ótta. Tá ið vit fara út um mark og traðka á onnur vegna teirra førleikar, upphav, samleika ella trúgv, – hvussu fræls eru vit tá í okkara frælsi?
Skriftin lýsir støðuna, tá ið ein andi verður rikin á dyr, og húsið verður ruddað og sópað. Við tað sama flytur ein annar andi inn í húsið, ið ikki stendur tómt í drúgva tíð.
Um trúgvin á Jesus verður rikin úr almenna rúminum, hvør ideologi verður so sett í staðin fyri ta kristnu hugsjónina, sum í øldir hevur myndað politisku hugsanina og tær sosialu skipanirnar í norðurlondum?
Vit, ið kenna Jesus sum Harra og frelsara, játta, at vit eru nomin og myndað av honum, ið fekk innivist í hjartanum og setti okkum í frælsi. Amen.
Orðið: “Til frælsis hevur Kristus fríað okkum.” (Galatabrævið 5,1).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo