Bayern München-venjarin Carlo Ancelotti (58) hevur fingið fótin.
Tað váttar týska fótbóltsfelagið í einum tíðindaskrivi.
Eyðmýkjandi 3-0-tapið móti Paris St. Germain í Champion League í gjárkvøldið fekk sostatt bikarið at flóta yvir hjá Bayern-leiðsluni.
Felagið váttar at hjálparvenjarin Willy Sagnol fær ábyrgdina í dystinum móti Hertha Berlin sunnudagin.
Ancelotti hevur umframt Bayern München eisini verið venjari hjá Juventus, AC Milan, Real Madrid og Chelsea.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo