Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Amnesty International Føroyar: Amnesty International er ein altjóða felagsskapur við fleiri enn 70 deildum og 10 milliónum limum kring allan heim. 

Altjóða solidaritetur er eitt virðisgrundarlag hjá Amnesty International. At vísa samhuga við fólki og at heita á stjórnir hevur altíð verið ein partur av tí, ið Amnesty ger fyri at varpa ljós á mannarættindabrot.

Síðani Amnesty International Føroyar varð stovnað miðskeiðis í 1960’unum, hava føroyingar í hópatali skrivað fyri fólki og til stjórnir úti í heimi. Og vit skriva enn. Hvønn mánað skriva fleiri hundrað føroyingar undir áheitanarskriv til stjórnir, ið ikki virða mannarættindi.

Hetta var júst tað, vit gjørdu, tá ið vit í apríl heittu á føroyingar um at skriva undir áheitanarskriv til danska løgmálaráðharran fyri at mótmæla viðferðini av etniskum minnilutamonnum; tá ið vit heittu á russiskar myndugleikar um at leyslata eina unga kvinnu, ið var fongslað fyri at mótmæla krígnum í Ukraina; og tá ið vit í august mánaði samlaðu undirskriftir og heittu á kongin í Saudiarabia um at leyslata eina mammu at tveimum børnum, sum varð dømd fyri at retweeta um kvinnurættindi.

Nú heita vit í Amnesty International Føroyum á fólk um at skriva undir og krevja, at kvinnur í Føroyum fáa møguleika at velja abort, um tær ynskja tað. Tað gera hinar norðurlendsku deildirnar í Amnesty eisini. Summar eru byrjaðar, og aðrar byrja í næstum.

Serliga eftir at hægstirættur í USA í summar kolldømdi rættin til abort, hava vit vitnað ein stóran samhuga og stuðul til kvinnur kring heimin, sum ikki hava rættindi at taka avgerð um egna nøring. Hesin áhugi og stuðul er sanniliga eisini vístur Føroyum, føroysku abortlógini og føroyskum kvinnum.

Amnesty International og Amnesty deildir hava í fleiri ár arbeitt við málum, ið snúgva seg um abort. Alt arbeiðið, sum Amnesty International ger, er grundað á altjóða mannarættindi, og rætturin til abort verður eisini staðfestur her. Í Amnesty International eru vit sannførd um, at kvinnur hava rætt at taka avgerðir um egnan kropp, nøring og framtíð. Vit halda tí, at tað er ein stórur trupulleiki, at kvinnur í Føroyum ikki hava møguleikan at kunna velja abort, um tær ynskja tað.

Tað er ikki bara Amnesty International Føroyar, sum heldur tað. Í fjør fingu Føroyar atfinningar frá nevndini, sum hevur kvinnurættindasáttmálan hjá ST um hendi, ið segði, at av tí at vit ikki loyva kvinnum møguleikan at taka abort, virða vit ikki teirra rættindi.

Amnesty International hevur ikki vald at gera av, hvør lóggávan í nøkrum landi er. Tað vit kunnu gera og tað, sum vit gera, er at varpa ljós á mannarættindabrot. Abortlóggávan í Føroyum virðir ikki rættindini hjá kvinnum. Sjálvandi vísur umheimurin hesum ans, eins og vit gera hvønn mánað, tá ið vit í Amnesty International Føroyum mótmæla mannarættindabrotum í øðrum londum.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo