Demokratiski kongresslimurin Henry Cuellar og konan eru bæði handtikin og ákærd fyri mutur, sambært løgmálaráðnum í USA.
Cuellar, sum er úr Texas og valdur í Umboðsmannatingið, sigur at bæði hann og konan eru ósek.
Sambært løgmálaráðnum í Washington fekk parið næstan 600.000 dollarar í mutri frá orkufelag í Aserbajdjan og einum banka í Meksiko millum 2014 og 2021.
Afturfyri hjálpti Cuellar felagnum og bankanum í USA, sambært ákæruni skrivar norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo