Ein amerikanskur konkursdómstólur hevur góðkent eitt amerikanskt lán uppá 700 milliónir dollarar, tað eru góðar 5 milliardir í okkara pengum, til skandinaviska flogfelagið SAS.
Talan er um eitt sonevnt DIP lán sum ofta verður veitt fyritøkum sum fara ígjøgnum eina endurskipan.
SAS stríðist við tungan rakstur, men hevur eina ætlan sum fer at taka fleiri ár at fremja, og sum skal gera, at raksturin kemur aftur á beint.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo