Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Amerikanski tjóðbankin er tann størsti í heiminum. Amerikanski dollarin er størsta gjaldoyra í heiminum. Tí fer tað sum Federal Reserve ger kring allan heim sum ringar í sjónum.

Og tá Jerome Powell í gjár lækkaði rentuna ikki bara 0,25 men heili 0,5 prosentstig, so er orsøk at halda, at aðrir tjóðbankar eisini fara at minka um rentutrýstið, sum aftur kemur nógvum húsaeigarum við stórum lánum tilgóða.

Jyllandsposturin skrivar, at fíggjarmarknaðirnir vænta, at ECB, sum er europiski miðbankin, næsta summar fer at vera komin niður á eina leiðandi rentu sum er 2,25 prosent í mun til 3,5 prosent í dag.

Tað eigur aftur at gera tað munandi lættari hjá eitt nú sethúsaeigarum, sum hava skuld, eins og fíggjarmarknaðirnir, sum eitt nú umsita pensjónirnar hjá fólki, fara at hava tað betur.

Og orsøkin til alt er, at inflatiónin nú vísir tekin um at vera á veg niður á eitt stig, sum kann góðtakast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo