Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Heili 236.000 nýggj arbeiðspláss uttanfyri landbúnaðin vórðu skapt í USA í mars. Tað ljóðar kanska av nógvum, men var tó væl minni enn í januar og februar, tá ávíkavist 504.000 og 311.000 nýggj arbeiðspláss sóu dagsins ljós.

Hetta kann lesast í nýggju frágreiðingini frá Bureau of Labor Statistics, sum júst er almannakunngjørd.

Saman við arbeiðsloysinum hevur júst hetta talið yvir nýggj arbeiðspláss uttanfyri landbúnaðin, sum tey eisini nevna "kongatalið" stóran týdning fyri, hvussu amerikanski tjóðbankin, Federal Reserve (Fed), roynir at ávirka amerikanska búskapin, eitt nú við at hækka sínar rentur, sum er hent fleiri ferðir seinastu tíðina.

- Vit halda, at Fed fer at hækka rentuna einaferð afturat, men fer síðani at taka fótin av pengapolitisku bremsuni, sigur Kim Blindbæk, sum er greinari í Sydbank, við Finans.dk.

Hann vísir á, at tað er ikki uttan týdning fyri okkum í Europa hvad tey gera í USA. Bæði tí nógv verður útflutt til USA og tí nógvur samhandil fer fram í dollarum. Og eisini tí, at pengapolitikkurin í USA kann hava ávirkan á, hvussu evropeisku tjóðbankarnir húsast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo