Mált eftir stóra S&P 500 vísitalinum er tað langt síðani at slíkt dapurskygni hevur valdað ímillum íleggjarar. Tí vit skulu heilt aftur til miðskeiðis í sjeytitalinum fyri at finna líka stóra afturgongd.
Vísitalið er fallið við 23% og samstundis er talið á døgum við framgongd tað lægsta í nærum 50 ár, skrivar Bloomberg News.
Botnmetið áðrenn hetta er 1974, tá USA og heimsbúskapurin varð rakt av høgari inflatión, oljukreppu og búskaparligari afturgongd samstundis.
Tað góða er, sigur Bloomberg, at tað næstan altíð er ein trivalig framgongd á partabrævamarknaðunum árið eftir eitt ár við so stórari afturgongd sum 2022.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo