Mikudagin 10. juli kl.14.00 skipar Alzheimerfelagið fyri einum túri runt Toftavatn.
Túrurin er fyri fólk við denenssjúku, avvarðandi teirra, starvsfólk og onnur áhugað.
Kaffi og køkur verða at fáa aftaná á røktar-og ellisheiminum í Runavík.
Toftavatn er fjórðstørsta vatn í landinum. Har er avbera nógv fuglalív í økinum, serliga um sumrarnar, tá flytifuglurin vitjar úr heitari londum. Gongugøtan kring vatnið er eyðmerkt sum Sóljuleið, ið er serliga náttúruvakrir vegateinar kring landið. Eitt fagurt og friðsælt stað, har ein kann njóta umhvørvið, fuglaljóðið og angan av føroyskum blómum.
Møtt verður við Skótahúsið við Løkin og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyriskipararnir.
Tilmelding á telaon 290213
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo