Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Besta liðið í manshondbólti komi heim úr Japan. Super avrik.

Ymiskar royndir í álopi og verju - ongatíð alt satsa og lora fyri borð, góður “bonkur”, avrik sum heild ok. Bonkurin hevði stýr á tingunum, leikarir sum heild nøgdir við avrik. Leikarar nøgdir við bonk. Mentalt positivt spin-off. Super.

Havi fylgt væl við liðnum - sum heild við hondbólti - eisini dreingir 18 ár. Hesir vóru í Týsklandi bent áðrenn A-liðið var í Japan. Her var stígur í - heilt galið.
Dreingirnir vóru bodnir til kapping, við stuttun varsli, HSF tók av og luttøka. Ok.

Venjarar og HSF kendu umstøðurnar! Har var eitt comitment!

Eftir teirra heimkomu, havi eg tosað við tveir av leikarunum, umframt aðrar venjarar - her letur til í stóran mun at vera consensus v.v handfaringini - ella rættari, tørvurin á og mangulin av sama. Annars eru dystirnir á handballdays.com - havi hugt tvær ferðir og granskað.

Fyrsti dystur var møguliga ein roynd at royna ymisk viðurskifti - ok - men dysturin var eitt “kaos“. Well, ymiskar royndir sum kiksaðu, og sum áfram kiksaðu, endurtøkur - uttan skilagóðar skiftingar. Bygdaliðið úr Lübeck tapti - ok, ein byrjan, men als ikki nóg gott!

Ná, nú kundi bara ganga betur….

Næstu dystirnir vóru eitt óskipað kaos. Ongin bonkur sum hjálpti dreingjunum. Høvuðsvenjari ikki til staðar.

Verjuvenjarin er ikki vanur at skipa álop, var kanska í ávísan mun stýrdur úr fjarstøðu

Tó eigur verjuvenjarin rós fyri stóran partar av verjudispositiónunum - kanska verjuparturin og ein einkultur bakspælari í álopinum vóru frægastu partar í dystunum.

Í stuttun kan sigast, bara fyri at nevna einstøk viðurskifti:

Í einum av tveimum síðstu dystunum var roynt við alternativum álopi, ok. Sum A-liðið har onki var sett yvir stýr, men her helt man áfram í 20 minuttir við tveimum málum í okkara lut - dysturin taptur! - 26 minuttir fýra mál…..mest sum ein hálvleik við kaosálopi og nógvum mistøkum.

Uttan útskifting, uttan spæl á vengir, uttan skifting yvirhøvur - bonkur í útskiftankarrúmi og aðra staðir.

Generelt spælið sera smalt, uttan rættan frá bonki. Seinar rættingar av spæli, um rættingar - alt ov seinar - eftir leisti frammanundan úr fjarstøðu (álopsvenjari), frá verjutrenara, síðstu tveir dystirnir . Okkurt krutl á pappírið var møguliga til hjálpar.

Somu áloyparar eru inni, ein fremur 10-12 tekniskar feilir, uttan at vera útskiftur, onki vongspæl, skeivar útskiftingar - meiningsleysar útskiftingar, osv osv.

Bonkur er ikki til staðar í dystinum - í øllum dystunum!

Dysturin móti Týsklandi var trupul og sum sagt illa skipaður. Týskland gav Hollandi ein avsmurning….so, vónirnar í dystinum móti Hollandi vóru góðar - tveir ØV dystir.

Í triðja dysti raplaði alt….ikki til at skilja….

Mentalt negativt spinn-off….

Tit sum hava áhuga fyri hondbólti generelt og kanska hesum landsliðið serliga, hygg eftir dystunum á leinkjuni omanfyri!

Hettar eru dreingir, sum komandi eiga at supplera A-liðið, vera við á leiðini framá. Ein góður árgangur (well, gottnokk ongin Óli), við góðum potentiali!

Hesir hava betri uppiborðið - meira virðing eigur at verða sýnd hesum leikarum!

Ok. Hvør eftirmetir landsliðvenjarnar? Høvuðsvenjarin er Ítrotttarstjóri í HSF….

Er tað rætt - neyvan kapacitetur í HSF at eftirmeta ítrottarstjóran í hesum sambandi - neyvan, ella….

Hvør eftirmetir seg sjálvan ?

Hvør við høvuðsleiðslu er ikki til staðar, tá bríksla er til dyst…..?

As you make your bed, so you must lie in it……

Skal trúvirði vera til staðar og sømulig virðing fyri leikarunum, líkaleiðis, samstundis sum áhugin hjá hesum evnaríku leikarum vónandi fær eitt boost rættað vegin, eigur Starvsnevndin at viðgerða hesi viðurskifti og handla samsvarandi.

Um ein mánað skal liðið til MEN´S 18 EHF EURO 2024, so stundir eru at handla.

Hesar reglur eru bert skrivaðar í bestu meining, tí leikarnir hava betri uppiborið - vænti hesi viðurskifti verða rættað. HSF og ítrottarstjórin hava annars nógv rós uppiborði fyri megnar arbeiði!

NB: Dulnevnt, tí mestsum alt fær so ella so avleiðingar í okkara lítla hondbóltsumhvørvi.

Honbóltsvenjari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo