Skúlablaðið/Tekstur og mynd: Sonne Smith: - Nú eru vit byrjað, og spurningurin er, hvat vit so gera, tá vit finna út av trupulleikanum, sigur Gyðja, ið er ein av teimum royndu lærarunum í toyminum hjá Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik.
Felagið er privat. Tað heldur til í Tróndargøtu 40 í Havn. Á netinum eitur felagið lesa.fo. Teldupostadressan er lesa(at)lesa.fo.
Í nevndini eru: Anne-Karin Kjeld, forkvinna, Laila Egholm, næstforkvinna og skrivari, Durið Eyðbjørnsdóttir, Tove Jacobsen og Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, nevndarlimir, og Sigga Arge tiltakslimur.
Anne-Karin Kjeld, psykoterapeutur, og Gyðja Hjalmarsdóttir greiða frá, at hetta privata felag hevur serlærarar, orðblindalærarar, lesivegleiðarar og rokniserfrøðingar. So her verður staðfest, at felagið hevur rættiliga nógv, góð fakfólk.
- Okkara størsta mál er, at tað slættis ikki verður brúk fyri okkum meir, sigur Gyðja utopiskt, men slóðbrótandi, tí vit kunnu bara ímynda okkum, at vit kundu komið so langt, at serførleiki og serkunnleiki verða óneyðugir førleikar.
- Tá verða vit óalmindiliga glað, siga tær báðar sum við ein munn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo