Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sinnisbati: Á altjóða sálarheilsudegnum 2024 varpa vit ljós á stigma og fordómar.

Hóast økt uppmerksemi seinastu árini er stigma enn knýtt at sálarsjúku og -líðing. Hetta viðvirkar til forðingar í mun til hjálp, viðurkenning og luttøku í samfelagnum. Á sálarheilsudegnum kanna vit, hvussu vit saman kunnu bróta niður stigma og fordómar.

Til høvið fáa vit vitjan av aktuella og virðislønta høvindinum Annu Rieder. Anna Rieder er útbúgvin frá Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn, og hevur m.a útgivið tvær bøkur, ið viðgera royndirnar hjá henni og øðrum við psykiatriini. Hon er í løtuni aktuell við bókini Smerte-hjerte - Kontinuitetsnotat, ið er skrivað saman við psykiatara og yvirlækna Birgit Bundesen. Tað eru yrkingar um, hvat tað vil siga at vera ein partur av psykiatriini.

Á skránni verður eisini ein beinleiðis upptøka av sendingini ‘Nert ikki við’. Vit kenna sendingina frá KVF, ið nemur við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum - á sálarheilsudegnum í ár er einki undantak.

Umframt hetta, kemur Jóannes Joensen, ið beint nú er aktuellur í sendingini ‘Bass Elvis og Jesus á Mallorka’, at framføra fyri okkum, og sálarheilsuvirðislønin 2024 verður kunngjørd og handað.

Tiltakið verður í Smæruni í Havn hósdagin 10. oktobur kl. 19.00. Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru vælkomin.

Skrá:

Kl. 19:00: vælkomin

  • Jóannes Joensen framførir

  • Súsanna Olsen, forkvinna, bjóðar vælkomin

Kl. 19:15: samrøða við Annu Rieder

  • Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundur, fer at leiða samrøðuna við Annu Rieder. Tær fara millum annað at tosa um yrkingarnar hjá Annu Rieder, um mál, stigma og um vreiði. Eisini fer Anna Rieder at lesa upp úr sínum skaldskapi

Kl. 20:00: steðgur

Kl. 20:15: sálarheilsuvirðislønin 2024 verður kunngjørd og handað

  • Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sigur nøkur orð og handar virðislønina

Kl. 20:20: Nert ikki við

  • Vertirnir Bjørt Lind og Anna Joensen-Næs fara at nerta við stigma og fordómar og tað at vera tilknýtt psykiatriini. Gestir eru Anna Kristina Niclasen, sersjúkrarøktarfrøðingur í psykiatri (fakligt sjónarmið), og Bjørk Ellindsdóttir Frýdal (persónligt sjónarmið)

Kl. 21:00: tiltakið endar

Vit gleða okkum at hátíðarhalda dagin saman við tykkum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo