Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag halda vit altjóða kvinnudagin og gera status yvir, hvussu langt vit eru komin á javnstøðuleið.

Í Danmark verður dagurin nevndur “Kvindernes kampdag”. Vit kempa framvegis fyri javnstøðu og kunnu samstundis staðfesta, at vit eru ávegis og hava vunnið nógv rættindi, ið áttu at verið ein sjálvfylgja.

Men rættindir er ikki altíð nakað, ið koma av sær sjálvum, men nakað ið ein áhaldandi verður noyddur at stríðast fyri.

Enn eru leivdir av patriarkalska samfelagnum at hóma her heima, tað sæst so týðiliga, tá tað kemur til umsorganarøkið, har tað at arbeiða niðursetta tíð, er tað normala og púra vanligt og alment góðtikið, at soleiðis er tað bara.

Men hví er tað soleiðis?

Hesar arbeiðsumstøðurnar høvdu aldrin verið góðtiknar, var hetta eitt “mannfólka univers”.

Eru vit kvinnur offur ella gera vit okkum til offur? Hví smekka vit ikki nevan í borðið og siga, at nú er nokk? Hví taka vit ikki maktina?

Tí vit eru uppaldar til at taka okkum av øðrum og vísa umsorgan. Hesin bólkur rópar ikki upp, men ger sínar skyldur, uttan at krevja sín rætt.

Arbeiðsumstøðurnar rópa til himmals, at hetta arbeiðið bert er nakað ið ein hevur, fyri at forvinna sær nakrar fáar krónur til lummapening!!!

Tað góðtaka vit í Heilsuhjálparfelagnum als ikki og halda áfram at stríðast fyri betri korum fyri okkum kvinnum og monnum ið starvast á hesum økinum.

Uttan hesar nógvu kvinnur og fáu menn, var einki vælferðarsamfelag, tað hevur sjálvt Búskaparráðið fingið eyguni upp fyri og tað gevur vón fyri framman, at politiski myndugleikin lurtar og handlar!

Góðu kvinnur, 8 mars er líka stórur kampdagur í dag, hóast okkara kampar eru øðrvísi enn teir vóru í 1910.

Vit mugu ásanna, at kvinnan fær einki uttan kamp, tí tað liggur so grundleggjandi í okkum í uppalingini, at tað er kvinnan ið tekur sær av heimi og børnum, meðan maðurin er høvuðsforsyrgjarin.

Hjúnabandið er eingin lívstrygging. Nógv kann henda á vegnum, sum ein ikki fær vart seg fyri, og tí er tað neyðugt at vit mugu uppala okkara døtur at verða fíggjarliga sjálvbjargnar kvinnur.

Fari at ynskja øllum tykkum fantastisku kvinnum ein góðan 8. mars.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo