ADVENT: Altjóða Holocaustdagur er 27. januar, og aftur í 2023 verður skipað fyri tiltaki fyri skúlanæmingar kring landið.
Á Holocaustdegnum fara vit hesuferð at varpa ljós á Ukraina í dag og á fólkamorðið Holodomor, sum fór fram í Ukraina fyri 90 árum síðan.
Í løtuni verður skráin løgd, men vit kunnu avdúka, at eins og undanfarin ár verða forvitnisligar framløgur og samrøður á skránni. Næmingarnir fáa innlit í ukrainska søgu og mentan, støðuna í dagsins Ukraina og um Holodomor, sum ukrainar nevna tíðarskeiðið 1932-1933, tá russiski einaráðisharrin, Stalin, legði alla kornframleiðslu í Ukraina um og tømdi korngoymslur í landinum. Hetta elvdi til hungursneyð í Ukraina og fleiri milliónir lótu lív.
Fuglafjarðar skúli verður vertur á Altjóða Holocaustdegnum 2023. Samstundis sum at tiltakið verður í skúlanum í Fuglafirði, verður tað eisini stroymt til allar hinar skúlarnar. Dagurin var upprunaliga ætlaður hádeildum burturav, men áhugin er vaksin fyri tiltakinum, so at í ár bjóða vit tí umframt øllum hádeildum, eisini eftirskúlum, miðnáms- og yrkisskúlum við.
Nám og Amnesty International Føroyar eru fyriskiparar av tiltakinum, sum Ólavur í Geil samskipar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo