Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hjartafelagið: Altjóða hjartadagurin verður hildin um allan heim fyri at varpa ljós á hjartasjúku og hjartaheilsu. Í Føroyum skipar Hjartafelagið fyri almennum tiltaki i Løkshøll 29. september kl. 18.30.

Á skránni eru persónligar søgur um hjartasteðg og lívið sum avvarðandi, umframt faklig innlegg um hjartaheilsu frá hjartalækna og fysioterapeutum. Eisini eru tónleikainnsløg á skránni.

Tiltakið er alment og ókeypis, øll eru vælkomin.

Skrá:
Arnbjørg Thorbjarnardóttir - Tá hjartað steðgaði
Ingibjørg Egholm - Lívið sum avvarðandi
Beinta Hammer - Hjartasteðgurin hjá manninum broytti lívið
Fysioterapeutar - Hjartaheilsa og rørsla
Sanna á Borg, hjartalækni og granskari um hjartaheilsu og kolesterol
Kvinnukórið Fljóðljóð syngur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo