Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Yvirlýsing frá STOP5Ginternational

Altjóða áheitan verður latin landstjórnum runt um í heiminum. Náttúruvísindafólk og læknar úr 202 londum og landaøkjum hava undirskrivað áheitanina.

Altjóða mótmælisdagur móti 5G, 25. januar 2020.

Tiltøk verða fyrireikað í 31 londum, ivaleyst fleiri.

Tiltakið verður tó ikki hildið í Føroyum.

EVNIÐ: JØRÐIN VERÐUR ERBYLGJUSTRÁLAÐ

Meðan áhugin í fjølmiðlunum fyri umhvørvisspurningum hevur snúð seg um veðurlagsbroytingar, útvinning av olju úr fløgugróti og plast í høvunum, hevur Altjóða áheitan um at steðga 5G á jørðini og í rúmdini sillisliga gingið leið sína runt heimin.

4.800 náttúruvísindafólk, 2.800 læknar, 770 býfluguhaldarar, 2.000 umhvørvisfelagsskapir og 180.000 onnur fólk úr 202 ymsum londum og landaøkjum hava skrivað undir hesa áheitan, sum heitir á landastjórnirnar í heimsins londum um at steðga uppsetingini av 5G.

Í løtuni eru umhvørvisfelagsskapir í ferð við at skipa fyri tiltøkum í 31 høvuðsstaðum tann 25. januar 2020, og hvønn dag leggjast fleiri býir afurat.

Málið er at steðga uppsetngini av milliónum av 5G-antennum á jørðini og 50.000 fylgisveinum í rúmdini og at fáa trygd fyri kreppufundum á høgum stigi við stjórnarembætisfólk og stýrini fyri altjóða felagsskapum íroknað ES, Sameindu Tjóðir og WHO, altjóða heilsustovnin undir ST.

Málið er erbylgjustráling (mikrobylgjustráling), sum er økt støðugt í meira enn tvey áratíggju takkað verið tráðleysu kollveltingini. 5G fer at økja strálingina ógvusliga, frá einum degi til annan so at siga, allastaðni – í býum, útjaðaraøkjum, viðarlundum, friðaðum náttúrulendi, tjóðarparkum, høvunum, í Grønlandi og á Antarktis.

Sum er, eru nakrir kilometrar millum hvørja fartelefonmastur, men við 5G verða smáar, men kraftmiklar antennur uttan fyri triðjahvørt til fimtahvørt sethús.

Umframt teir 2.000 fylgisveinarnar, sum eru í ringrás um jørðina, verða um stutta tíð 50.000.

Millum teirra, sum skipa fyri tiltøkum tann 25. januar 2020, eru fólk, sum longu hava fingið so mikið álvarsligan skaða av tráðleysum tólum, at tey als ikki kunnu taka lut í samfelagnum longur. Tey stríðast fyri egna lívi sínum, lívinum hjá børnunum, fyri skordýrum, fuglum, djórum og okkum øllum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo