Tað er nógv ferðsla um altjóða floghavnina í Sørvági.
Umframt flogfør hjá Atlantic Airways og SAS, so standa í løtuni flogfør frá danska flogfelagnum DAT (Danish Air Transport) og frá sveisiska felagnum Helvetic Airways á flogvøllinum.
Hjá DAT er talan um eitt A320 og hjá Helvetic Airways er talan um eitt 6 ára gamalt Embraer ERJ 190 við plássi til 112 ferðafólk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo