Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í døgunum 14. – 18. oktober var stóra altjóða bókamessan í Frankfurt hildin, og aftur í ár tóku fleiri umboð fyri føroyskar bókmentir lut á messuni og sýndu fram tað besta, vit eiga innan føroyskar bókmentir.

Í ár var tað 67. ferð, at bókamessan í Frankfurt læt dyrnar upp í fimm dagar fyri teimum 275.000 vitjandi, sum kundu taka lut á 4200 ymiskum tiltøkum og vitja teir umleið 7300 framsýnararnar frá 100 londum. Eitt av londunum hesi seinastu mongu árini eru Føroyar, sum taka lut við egnum 16m2 bási við stásiliga myndprýddum veggum og bókahillum á tremur við tí nýggjasta og besta, vit hava at bjóða fram á bókmentaøkinum.

Mong eru tey, ið steðga á at hyggja nærri eftir flottu stemningsmyndunum úr Føroyum, sum Visit Faroe Islands hevur veitt til høvið. Og enn gerast fólk sera bilsin og nærum málleys, tá ið tey fáa at vita, at vit 49.000 íbúgvarnir hava okkara egna mál og geva út um 200 bøkur á føroyskum máli hvørt ár, harav helmingurin er týddur úr øðrum máli. Tey mongu umboðini fyri útlendsk forløg leita áhaldandi eftir onkrum nýggjum, - onkrum, sum eingin annar hevur á bókahillunum, og í so máta hava Føroyar serstakar søgur at siga frá.

Tey átta umboðini frá FarLit, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Námi og Rit&Rák lata væl at luttøkuni í ár og halda, at áhugin fyri føroyskum bókum er støðugt vaksandi í samsvari við størri sjónligheit og umboðan hesi seinastu árini, serliga síðan 2011, tá ið básurin var víðkaður við nógvum fermetrum.

Eitt av teimum 4200 tiltøkunum á messuni er sera væl vitjaða móttøkan á føroyska básinum. Hon er vorðin ein afturvendandi hending, sum nógvir samstarvsfelagir gleða seg til. “Hetta er heimsins besti laksur,” er javnan at hoyra millum fegnu gestirnar, tá ið teir leska sær á laksin frá Hiddenfjord, ið er royktur í Miklagarði, við brotabreyði frá bakarínum hjá Jórun. Og tá ið alt verður skolað niður við tí besta, vit eiga at bjóða, er henda løta kærkomið krás til góman eftir ein langan dag við nógvum sølufundum.

Heimafturkomin til Føroyar er tó tann ein týdningarmikli parturin av arbeiðnum eftir, nevnliga, at fáa endaligu avtalurnar í hús. Men eingin ivi er tó um, at júst henda bókamessan hevur stóran týdning fyri kunning og útbreiðslu av føroyskum bókmentum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo