BankNordik: Her er kunning um dystirnar, ið Føroyar spæla í Berlin, og um tey tiltøkini, sum stuðlarnir skipa fyri áðrenn dystirnar.
Í fyrsta bólkaspælinum spæla Føroyar tríggjar dystir:
-
Tann 11. jan kl. 18 spæla Føroyar móti Slovenia
-
Tann 13. jan kl. 20.30 spæla Føroyar móti Noregi
-
Tann 15. jan kl. 18 spæla Føroyar móti Póllandi
Allir dystirnir verða spældir í Mercedes Benz Arena.
Berlin.fo
Ein síða er gjørd til høvið, har mann kann fáa viðkomandi kunning um alt, sum hendir í Berlin ísv. EM.
Kom við til upphiting áðrenn dystirnar
Áðrenn tveir teir fyrstu dystirnar skipa BankNordik, Wenzel, Atlantic, Effo og Smyril Line fyri ókeypis upphitingartiltaki fyri allar føroyingar í Berlin.
Fyrsta tiltakið verður hósdagin 11. januar í Kreuzberg Festsaal, sum er áleið 20 minuttir at ganga frá høllini. Tiltakið er kl. 14-17.
Til tiltakið fara Eyðun og Terji at spæla, okkurt gott verður at drekka og harafturat bjóða vit andlitsmáling og klapparar.
Tiltakið er eitt gott høvi at hitta aðrar føroyingar í Berlin, og tiltakið er somuleiðis ein upphiting til dystirnar, har vit saman fara at koyra á Føroyar.
Ogna tær eina t-shirt og stuðla Eydnudeildini
Tú kanst ogna tær eina heilt serliga t-shirt, ið er gjørd til høvið. T-shirtin kostar 100 kr., og tá ið tú keypir blusuna, stuðlar tú somuleiðis Eydnudeildini við 50 kr.
T-shirtirnar kunnu keypast á flogvøllinum í Vágum áðrenn fráferð, til upphitingina áðrenn dystirnar í Kreuzberg Festsaal og í lobbyini á Hotel Park Inn by Radisson.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo