Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Meðan hundraðtals ísraelskir gíslar, rændir leygardagin 7. oktober 2023, framvegis sita innistongdir ymsastaðni í Gaza, leitaðu nakrir palestinastuðlar sær út í Tinganes við áheitan á løgmann at fordøma hernaðarligu atgerðir Ísraels í Gaza.

Men løgmaður gjørdi tíbetur ikki eftir áheitan teirra.

Hesar hernaðarligu atgerðir Ísraels vóru fyrst og fremst settar í verk fyri at fáa hertiknu gíslarnar heimaftur til teirra kæru.

Í aðru syftu var endamálið at stytta valdsdagarnar hjá Hamas-stýrinum í Gaza, sum í ár so mong hevur sent rakettir inn í ísraelskar kibbutzir, bygdir og býir og framt onnur drepandi álop í Ísrael.

Yvirgangsálopið á kibbutzir og bygdir Ísraels tætt við Gazamarkið hin 7. oktober, tá l400 ísraelar, útlendsk verkafólk, og stevnugestir miskunnarleyst vóru dripin frá hond, skorin á háls, livandi innibrend í bilum sínum, børn og bróstabørn dripin fyri eygunum á foreldrunum og foreldur dripin fyri eygunum á børnunum, kvinnur neyðtiknar av hesum miskunnarleysu hópdrápsmonnunum úr Gaza, síðani skotnar.

Aðrar kvinnur vóru drignar eftir hárinum ella á annan hátt, við hørðum hondum, drignar og riknar inn í bilar og burturførd til Gaza.

Álopið og brotsgerðirnar vóru miðvíst lagdar til rættis av stýrinum í Gaza.

Ein skemdargerð, ið segði øllum heiminum, at framferðin var hin sama, sum Isis-yvirgangsfólkini nýttu tá teir herjaðu í ymiskum arabiskum londum, tóku vesturlendskar gíslar og skóru teir á háls meðan filmstól tóku hesar drápshendingar upp og summar sendar í sjónvarpi.

Eftir hesa ræðuligu brotsgerð hevur meginparturin av heiminum givið Ísrael fullan rætt til, ikki einans at verja seg, men eisini svara aftur. Ísrael gjørdi innrás í Gaza fyri at fáa gíslarnar heimaftur til síni kæru.

Eingin - heldur ikki yvirgangsmenninir og leiðarar teirra - kundu eina einastu løtu jvast í, at Ísrael fór at svara harðliga aftur.

At vanlig fólk og borgarar eisini verða raktir í slíkum førum, er tiverri ikki nakað nýtt, men ein sorgarleikur hvørja ferð. Soleiðis eisini í hesum føri, hóast Ísrael, hevur gjørt alt tað, ið teir kunnu, fyri at fyribyrgja at ósek lata lív.

Tað er ikki nakað dulsmál, men væl og virðiliga prógvað, at leiðararnir í Gaza hava nýtt sjúkrahús, skúlaøki og búøki hjá vanliga fólkinum sum álopsstøðir móti Ísrael. Hetta er ein av orsøkunum til at nógvir av vanligu íbúgvum Gaza hava latið lív í hesum bardøgum, hóast Ísrael við flogseðlum og á annan hátt, hevur heitt á vanligu íbúgvar Gaza um at fara burtur úr hesum vandamiklu økjum, sum vóru álopsmál.

Eingin meiri enn Ísrael ynskir at liva í friði við grannar sínar í landinum, ið teir hava bygt upp til at vera eitt av heimsins fremstu londum snøgt sagt innan øll øki. Arabisku londini, Egyptaland og kongaríkið Jordan sóu týdningin av at gera friðarsáttmála við Ísrael - ávikavist í 1979 og 1994.

Síðani hevur Ísrael hjálpt hesum báðum londum á so mongum ymiskum økjum, serstakliga innan tøkni og  landbúnaðarøki. Sama kundi hent um palestinsku økini gjørdu tað sama, sum Egyptaland og Jordan.

Men enn hava tey ikki viljað viðurkent Ísrael, sum ein stát, men royna at gera alt fyri at spenna bein fyri Ísrael á øllum økjum og gera Ísrael til svartaper á heimsins palli. Men Ísrael hevur hevur staðið seg ímóti øllum royndum, sum eru ætlaðar at forkoma teimum. Ísrael fer ongan veg - tí Ísrael er komið fyri at verða.

Sjálvur eigi eg arabiskar vinir, bæði inni í Ísrael og á palestinsku økjunum. Hesir arabisku vinir mínir og øll onnur fólk á palestinsku økjunum eru fevnd av bønum mínum, saman við ísraelsku vinum mínum.

Svenning av Lofti
ísraelskur heiðurskonsul í Føroyum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo